Lækka vøggustovugjaldið

Tað skal vera bíligari fyri barnafamiljur at hava børn í vøggustovu. Tað ætlar býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu, sum hevur skotið upp, at gjaldið lækkar góðar 300 krónur um mánaðin

Í Tórshavnar kommunu skulu allar barnafamiljur hava møguleika fyri dagsstovnaplássi til børnini, og sum skipanin er í dag rinda foreldur fyri dagstovnagjald fyri eitt barn 11 mánaðar um árið. Hava foreldur fleiri børn, rinda tey bert fyri yngsta barnið, tey hava á dagstovni.

 

Foreldragjaldið verður ásett av einum føstum prosentsatsi av, hvat tað kostar at reka dagstovnarnar í kommununi, og kommunan rindar restina. Foreldragjaldið er í dag 27 prosent av rakstrinum, og meirilutin vil, at gjaldið til vøggustovu lækkar tvey prosent.

 

Gjaldið verður tillagað á hvørjum ári, og hetta árið eru rakstrarútreiðslurnar hækkaðar við umleið níggju prosentum. Tískil hækkaði foreldragjaldið eisini 1. Januar. Vøggustovugjaldið er tað hægsta, og tí er tað gjaldið í krónum hækkað mest.

 

Býráðið skal í morgin taka støðu til, um gjaldið skal lækka úr 27 prosentum niður í 25 prosent fyri vøggustovupláss. Tað hevur við sær, at gjaldið lækkar 298 krónur - úr 4.019 kr. niður í 3.721 kr.

 

Tað kostar kommununi umleið 1,8 mió. kr. at lækka foreldragjaldið fyri vøggustovupláss niður í 25 prosent. 

 

Málið kemur fyri á býráðsfundinum í morgin sum sætta mál á skránni.