Lækka markið: Børn frá 1. flokki eiga at kannast hvørja viku

Framyvir eiga sjálvt tey yngstu skúlabørnini at verða kannað fyri koronu hvørja viku fyri at halda smittuni niðri, sigur ráðharri í Danmark

 

Danska stjórnin og danska kommunufelagið eru vorðin samd um at mæla til kanning av skúlabørnum heilt niður í 1. flokk hvørja viku.

Tað upplýsir danska heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Avtalan kemur eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum og núverandi koronustøðuni.

Avtalan merkir, at starvsfólk og børn frá og við 1. flokki í skúlum, sum ikki eru koppsett ella hava verið smittað við koronuvirus seinastu seks mánaðirnar, eiga at lata seg kanna eina ferð um vikuna.

Higartil hava tilmælini verið galdandi fyri børn frá 9 ár. Tað vil siga frá umleið 3. flokki.

Samstundis hevur borið til at sleppa undan, um tú hevur verið smittaður við koronuvirus innan fyri 12 mánaðir. Tað markið verður framyvir sett til seks mánaðir.

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri í Danmark sigur í tíðindaskrivinum, at sjálvt um børn sjáldan verða rakt hart av koronu, so kunnu tey bera smittuna víðari til eldri og viðkvom fólk.

– Smittan er tíverri sera nógv til staðar úti á skúlum og spreiðist millum børnini. Tíbetur verða børn sjáldan rakt hart av koronu, men tey kunnu seta ferð á eina smittuketu, sum í síðsta enda rakar tey eldru og viðkvomu í samfelagnum.

– Her fer ein screeningtest (hvørja viku, red) niður til 1. flokk verða virðismikið amboð, sum fangar smittuna og kann vera við til at steðga henni, sigur hann.

Tilmælini galda fram tl 31. mars 2022.

/ritzau/