- Tíðindini hjá okkum í dag, er at vit koma at hava fleiri og enn bíligari ferðaseðlar.
Soleiðis byrjaði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways tíðindafundin í Kaffihúsinum í dag.
Tað inniber, at Atlantic Airways framyvir fer at bjóða fleiri og bíligari ferðaseðlar.
- Bíligastu ferðaseðlarnir hava áður verið 779 krónur. Teir verða nú 699 krónur. Harumframt fara teir framyvir av fevna um allar norðurruturnar. Tað vil siga, at nú ber til at keypa bíligar ferðaseðlar til Reykjavíkar, Bergen og Skotlands.
- Harumframt økja vit um talið av bíligum ferðaseðlum, soleiðis at tað framyvir verða 45.000 bíligir ferðaseðlar til Danmarkar. Tað vil siga, at tað framyvir verða 25 bílig setur í hvørjum flogfari.
Ein lækking verður eisini gjørd í hinum prísbólkunum, upplýsti Jóhanna á Bergi.
- Lægsti prísurin á tíðliga ferðaseðlum verður nú 899 krónur, har teir eru 929 krónur, meðan lægsti prísurin á Altíð ferðaseðlarnir verður 1699 krónur, har tað í løtuni er 1829 krónur.
Broytingin kemur í gildi 1. mars.

Lækka ferðaseðlaprísirnar
















