Í gjár vaks oljuprísurin heldur óvæntað, tá prísurin vaks til yvir 30 dollarar fyri eitt fat av olju. Talan var uttan ivi kærkomin tíðindi fyri eina hart rakta oljuvinnu.
Gleðin vísti seg tó at vera stokkut. Norska tíðindasíðan E24 skrivar í dag, at prísurin fyri eitt fat av olju fall til undir 28 dollarar í morgun.
Tá tað var bíligast, bar til at keypa eitt fat av olju fyri 27,75 dollarar. So lágur hevur oljuprísurin ikki verið síðani 2003.
Í morgun gjørdist eisini greitt, at lági oljuprísurin fær stórar avleiðingar fyri Shell.
Stóra oljufelagið hevur í morgun kunngjørt ætlanir um at minka um starvsfólkahópin við 10.000 størvum. Tað hendir í kjalarvørrinum av, at yvirskotið hjá felagnum er minkað við 3,3 milliardir dollarar í fjórða ársfjórðingi, samanborið við sama tíðarskeið í 2014.

Lægsti oljuprísur síðan 2003
















