Oljuprísurin tykist í løtuni at vera í fríum falli, og í morgun varð eitt fat av olju úr Norðsjónum selt fyri 32,14 dollarar. Tað er sambært norska kringvarpinum, NRK, lægsti prísur síðani 2004, tá eitt fat av olju kostaði 28,44 dollarar.
NRK hevur tosað við oljugreinaran Torbjørn Kjus, ið upplýsir, at prísirnar hava lækkað so líðandi síðani august 2014.
- Oljuframleiðslan er størri enn eftirspurningurin. Harvið hópar olja seg upp í goymslunum, og soleiðis var tað í øllum 2015, sigur greinarin um orsøkina til lága prísin, men nevnir eisini, at ein mildur vetur, politiska støðan í Iran og veiki partabrævamarknaðurin sum orsøkir til lága prísin.
Spurdur um hvussu lágt prísirnir kunnu falla, vil hann ikki geva eitt boð, men útilokar ikki, at prísurin kann fella undir 30 dollarar fyri fatið.

Lægsti oljuprísur í 12 ár





