– Hóast inntøkurnar hjá landskassanum næsta ár verða 22,6 milliónir minni enn higartil mett, fær tað ikki stórvegis ávirkan á arbeiðið við fíggjarlógini fyri næsta ár.
Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, nú nýggjastu inntøkumetingarnar frá Fíggjarmálaráðnum vísa minni inntøkur, enn metingarnar søgdu í september.
Stóra afturstigið er í inntøkunum av meirvirðisgjaldi, sum verða 35 milliónir krónur lægri enn mett í september, og nú sigur metingin, at tær næsta ár verða 20 milliónir lægri.
– At inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi næsta ár fóru at minka, hava vit vitað í eina tíð, og tí hava vit eisini lagað arbeiðið við fíggjarlógini eftir tí, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.
Hoyr samrøðu við Bárð Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini.