Júst nú er konsert í Miðlahúsinum við víðagitna bólkinum Ladyfire, og eftir konsertina verður Dj-show við Heidi Andreassen Í kvøld skipar Ættleiðingarfelagið fyri einum tiltaki í Miðlahúsinum, har millum annað Ladyfire framføra.
Endamálið við tiltakinum er, at ættleiddir føroyinga fáa høvið at hittast, og fyrr í kvøld var grillað í Miðlagarðinum, har nógv ung vóru savnaði.
Nú er konsert við Ladyfire, og eftir konsertina verður Dj-Show við Heidi Andreassen.
Tiltakið er alment.










