Ladyfire í GBOB heimsfinaluni sunnukvøldið

Heimsfinalan í GBOB kappingini verður hildin í Scala í London nú sunnukvøldið 14. og mánakvøldið 15. desember. Í fjør vann føroyska umboðið, Boys in a Band. Spennandi verður at vita, hvussu føroyska umboðið 2008, Ladyfire, fer at klára seg

»Gloym alt um falskar Pop Idol kappingar og alt annað yvirgjørt karaoke tvætl har úti. Hetta er the real deal fyri ordiligar bólkar, sum spæla ordiligan tónleik – live.« Soleiðis stendur at lesa á altjóða GBOB heimasíðuni, sum í hesum døgum boðar frá harðari kapping í heimsfinaluni í London um vikuskiftið. »Støðið á bólkunum er serstakliga høgt, og vit rokna við, at tað liggur dómarunum ein torfør uppgáva fyri framman.«


Føroyska umboðið í ársins GBOB kapping, Ladyfire, skal kappast ímóti 25 bólkum um heiðurin sum »Besti nýggi bólkur í heiminum« og teir 100.000 amerikansku dollararnar. Vit fylgja spent við her heimanifrá og ynskja teimum góða eydnu við framførsluni.


Les meira um kappingina áwww.gbob.com