Lady mundi druknað?

Hundar

Hundurin Lady, sum vit síggja vinstrumegin á hesi myndini, var deyðanum nær, tá ið ein ungur maður á Toftum um 21.30-tíðina seinasta hóskvøld varnaðist, at okkurt lá og svam aftur og fram í bátahavnini í Oyrunum.
Maðurin gekk oman á innasta armin, og har sá hann, at hetta var ein illa fyrikomin hundur. Hann rópti á hundin, sum beinanvegin svam ímóti manninum. Skjótt eyndaðist at fáa fatur á reimini, sum hundurin hevði um hálsin og hála hann uppá turt.
Rennvátur stóð hann har og orkaði næstan ikki at flyta seg. Skjótt kom tó lív í aftur, tá ið ein annar hundur, sum var har í nánd, kom oman ímóti. Tá ið teir høvdu snoddað eina løtu at hvørjum øðrum, fóru teir báðir spákandi niðan gjøgnum bygdina.
Neyðars Lady hevði ikki sloppið upp á land aftur við egnari hjálp, tí ongastaðni í Oyrahavnini er nakar bátadráttur longur. Høgur kantur er allastaðni uppfyri í øllum trimum hyljunum ? og neyvan hevði hundurin funnið uppá at svomið heilt út úr Oyrahavnini og kropið sær niðan undir gamla Turkihúsið.
Sunnudagin, tá ið fótbóltsdystur var á Svangaskarði, møttu vit aftur Lady ? hesaferð saman við hvølpinum, Charlie.
Tá ið genturnar á myndini, Harriet og Ruth, sum ikki vistu um hendingina við Lady í Oyrahavnini, hoyrdu søguna, takkaðu tær fyri bjargingina.
Vit spurdu tær, hvør eigur Lady ? og Ruth, sum situr høgrumegin á myndini, var skjót at svara:
- Omma!
Lady sá út til at hava tað gott, men kom ungi maðurin ikki
av tilvild fram við bátahylinum seinasta hóskvøld, hevði fitti hvølpurin, Charlie, neyvan sæð mammu sína aftur á lívi.
Genturnar høvdu einki ímóti at lata seg avmynda saman við Lady og Charlie.