Lady Gaga í The Simpsons

Lady Gaga ger nógv um seg í heimsmiðlunum, og nú kanst tú eisini síggja songkvinnuna í eini serstakari útgávu av The Simpsons.

Sambært manninum handan The Simpsons, Matt Groening, so er tað ein sjálvfylgja, at Lady Gaga sleppur við í The Simpsons.

 

-Eg havi altíð vilja havt fólk, ið onnur meta sum fyrimyndir, í mínari sending, og har passar Lady Gaga væl inn, sigur Matt Groening.

 

Í sendingini skal Lady Gaga fara til Springfield, fyri at betra um lagið hjá Lisa, og geva henni betri sjálvsálit.

 

-Eg geri tónleik, men í veruleikanum geri eg ikki annað enn at leggja rødd til ymiskt, og hesir figurar eru so spennandi, erligir og stuttligir. Hetta verður uttan iva nakað av tí kulasta, sum eg nakrantíð fari at gera, sigur Lady Gaga á felags tíðindafundi.

 

Sendingin fær heitið Lisa Goes Gaga, og verður send komandi vár.