Lady Gaga tekur ein steðg

Seinastu tíðina hevur verið nakað stilt um 25 ára gomlu amerikansku songstjørnina, Lady Gaga. Og sambært henni sjálvari verður heldur ikki nógv at hoyra um hana ta komandi tíðina. Lady Gaga hevur nevniliga valt at tikið ein steðg frá øllum, aftaná, at hon fyrr hevur havt nógvar rokutar yvirskriftir í ymsum miðlum.

 

Í samrøðu við Oprah Winfrey, sigur Lady Gaga soleiðis:

 

– Eg vil ikki lesa nakað, eg vil ikki tosa við miðlarnar, eg vil ikki hyggja eftir sjónvarpi, og eg vil ikki hava, at mamma mín ringir til mín og sigur ting, ið standa um meg. Eg vil ikki vita nakað um, hvat hendir í tónleikaheiminum. Eg fari at taka ein steðg frá øllum í eina tíð.

 

Um tíðin skal nýtast til at eitt nú at gera nýggj løg, sigur søgan onki um.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð