Lady GaGa: skilir ikki hermafrodit-umtaluna

GaGa viðurkennir, at hon ikki hevur lagt hesa umtaluna til merkis, men at hon nú metir hana vera løgna. Nógvir filmar og bíløt hava verið í fjølmiðlunum, har ein sær, at har er okkurt annað millum beinini á henni, enn hvat kvinnur vanliga hava. Og tosið hevur staðið har eftir.

- Fyrst helt eg tað vera heldur løgið, men onkursvegna vísi eg m eg sjálva fram á ein heldur tvíkyndan hátt. Mær dámar væl at flyta mørk, sigur hon.

Hon viðgongur hinvegin, at hon hevur havt fleiri sambond við aðrar kvinnur, men at hon bara hevur verið forelskað í monnum, er skrivað á www.eb.dk

- Tað var eisini júst tað, sangur >>Poker Face<< snýr seg. Um hví eg hugsaði um eina kvinnu, meðan eg var í song við sjeikinum hjá mær, sigur Lady GaGa, ið veruliga einur Stefani Joanne Angelina Germanotta.