Lady Gaga skal hava konsert í Keypmannahavn

Ein av heimsins størstu tónleikastjørnum, Lady Gaga, hevur júst almannakunngjørt, at hon fer at hava eina konsert í Keypmannahavn hetta árið. Konserin verður tann 2. september í Parkini. Síðstu ferð Lady Gaga hevði konsert í Danmark, var í Boxen í Herning. Hetta er sama stað, har ið X-factor finalan var.

 

Lady Gaga hevur váttað tíðindini á sínum Twitter-brúkara.

 

At Lady Gaga er ein av heimsins størstu tónleikastjørnum, sæst m. a. við, at hon hevur ikki minni enn 50 milliónir fjepparar á Facebook. Hóast tíðindini um hennara evropeisku runferð ikki blivu lagt út fyrrenn í nátt, hevur hon longu fingið yvir 3000 viðmerkingar og meira enn 17.000 »likes«.

 

Rundferðin hjá Lady Gaga, sum hon sjálv kallar fyri »Born This Way Ball«, verður hetta árið og inn í komandi ár.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð