Pokerface stjørnan náddi at siga abba sínum farvæl, áðrenn hann doyði tveir dagar aftaná. Lady Gaga er í djúpari sorg, eftir at abbi hennara doyði tann 24. september. Tveir dagar áðrenn hann doyði, var Lady Gaga á vitjan á ellisheiminum í Lincon Park, New Jersey.
Dagin eftir deyðsfallið bleiv Lady Gaga sædd í New York, har hon bleiv ugga av Luc Carl, ið verður hildin at vera sjeikur hennara.
Undir einari konsert í Nottingham tilognaði Lady Gaga sangin ?speechless? til abba sín.
Undir konsertini segði hon: Eg kann ikki altíð tosa um mítt privatlív, men abbi mín er ógvuliga sjúkur, vit eru sera tøtt samanknýtt, og hann er ógvuliga sjúkur. So eg havi grátið næstan allan dagin og veri sera syrgin. So eg ætli mær at vera erlig og siga tykkum hvat hendir.
Lady Gaga segði frá, at abbi hennara var ov sjúkur at koma til konsertina, og hon eggjaði áhoyrarunum at syngja so hart sum tey kundu - við tí vón, at abbi hennara fór at hoyra tey syngja. Abbin, Joseph Germanotta, stríddist sum hermaður undir 2. heimsbardaga. Hann gjørdist 88 ár.
Anna Sjóvará og Maibrit Andreasen, ið eru í starvsvenjing í Miðlahúsinum, hava skrivað.