Føroysku bólkurin er í kvøld við í heimsfinaluni í kappingini Global Battle of the Bands, sum verður hildin í London. Í fjør vunnu føroyingar kappingina 27 bólkar úr øllum heiminum eru við í finauni í Global Battle of the Bands. Finalan er skipað yvir tvey kvøld. Í kvøld spæla 13 bólkar, og í annaðkvøld spæla 14 bólkar. Tá allir bólkarnir hava spælt, verður vinnarin funnin.
Føroyski vinnarin Lady Fire skal spæla í kvøld á spælistaðnum Scala í London. Í bólkinum eru Filip Mortensen, Andreas Dalsgaard, Hanus Mikael Andreassen og Heini Niclasen.
Vinnarin av kappingini fær 100.000 dollarar.
Tað hevur gingið væl hjá føroysku bólkum í kappingini. Marius varð nummar 6 í 2006, og í fjør vunnu Boys In A Band kappingina.
- Lady Fire hava góðan moguleika at gera seg galdandi millum tríggjar teir bestu bólkarnar í ár,heldur fyrireikarin av føroysku GBOB-kappingini, Jón Tyril.