Um vikuskiftið bjóðar byin.fo til ladies night í Eclipse, og eldri mábólkurin eigur fríggjakvøldið tørn í REX.
Góður tónleikur, nógvar damur og spennandi drykkir.
Tað er tað, sum er á skránni hjá byin.fo í Eclipse um vikuskiftið.
Kvinnur skulu einans gjalda 50 krónur fyri at sleppa inn, og so kann glasið fyllast upp í barrini leypandi alt kvøldið. Hjá monnum er sama galdandi, men menn skulu tó gjalda 300 krónur við dyrnar.
Eisini REX hevur áhugavert tiltak á skránni, tá ið tiltakið 30+ fyri fyrstu ferð verður hjá byin.fo.
REX skal seinast fríggjakvøld í hvørjum mánaði verða fyri tann eldra málbólkin, og tá skulu luttakararnir verða yvir 30 ár, fyri at sleppa inn í REX.