Lada upp til ovastevnu

Fram ímóti døgurða í dag vóru limir í Stuðulsnevndini fyri Svimjihyl í Nólsoy í rásarúminum og greiddu frá tí, sum hendir á ovastevnu í ár.

Tær tríggjar, Barbara Andreasen, Unn Sørinardóttir Perdomo, sum er forkvinna, og Guðrun Sundar Hansen søgdu frá stevnuni, nú hetta er 20. ferð, at hon verður hildin.

Nógv fólk vitja í Nólsoy á ovastevnu, og seinastu árini hava verið millum 5000 og 6000 vitjandi á stevnu, so tað sigur seg sjálvt, at tað er ein stór umbroyting frá gerandisdegnum hjá teimum umleið 230 fastbúgvandi nólsoyingunum.

Stevnuskráin er sum vanligt umfatandi við tivoli, loppumarknaði, kabarett, klatring, fótbólti, svimjing um Nólsoyarfjørð, mat- og ølsølu og so sjálvandi dansi.

Byrjað verður longu í kvøld, og hæddarpunktið er uttan iva í matartjaldinum á keiini, har Terji Rasmussen fer at spæla frá klokan 23 til 02.

Stóri dagurin verður sjálvandi leygardagurin, tá stevnan verður sett av Jògvan Arge. Tá kemur eisini regattain hjá Hòsvíkar Róðrarfelag til Nólsoyar eins og svimjararnir, ið hava svomið um fjørðin, koma á land um trítíðina.

Um kvøldið verður os dansur, og tað verður fyri fyrstu ferð Páll Finnur Páll, ið skal spæla til dans á Klivum, meðan Rozac spælir fyri tey eldru í Royndarhúsinum.

Annars verður nógv meiri at frætta um ovastevnuna um vikuskiftið á portalinum.