Lada undir amerikanskari leiðslu

Vilt tú hava ein bíligan nýggjan bil, so hevur tú møguleikan at ogna tær ein Lada. Og bíligari nýggjur bilur fæst valla, tí ein spildurnýggur Lada fæst fyri slakar 80.000 krónur!

Eirikur Lindenskov

Tað er Autotrade í Havn, sum hevur fingið umboðið upp á russisku Ladabilarnar. Tað er eingin loynda, at Lada ikki hevur so gott orð á sær, og tað dylur Jákup Jacobsen, ið saman við Jens Paula Dahl rekur og eigur fyritøkuna Autotrade.
Seinasta Ladaumboðið í Føroyum var P/F Wenzel Petersen, men eingin Lada er seldur í Føroyum seinastu umleið 13 árini.
? Men hetta er ikki tann gamli Ladabilurin. General Motors, ella GM, hevur keypt eina slaka helvt at partabrøvunum, og tað eru nú teir, ið stýra fyritøkuni og framleiðsluni, sigur Jákup Jacobsen.
Ladabilarnir hava kortini ikki fingið bestu ummælini, eitt nú í Danmark, har bilblaðmenn hava heglað bilin niður.
? Ja, donsku bilblaðmenninir fóru illa við bilinum. Tað var tí, at hann ikki hevur ABS-bremsur og airbag ? men mest av øllum tí, at teir vildu hækka støðið á bilunum í Danmark, og so mátta tað ganga út yvir onkran, heldur Jákup Jacobsen.
Jákup Jacobsen heldur, at tað verður ov nógv fokuserað upp á trygdarútgerðina í bilunum.
? Ikki tí, at týdningurin av henni skal undirmetast, men kanningar eitt nú í Týsklandi hava víst, at síðani bilarnir fingu alla hesa nýggju trygdarútgerðina, er ferðin vaksin við millum 7,5 og 13 km/t. Tað vísir, at fólk leggja vandan í trygdina, og tá er ikki so nógv vunnið, sigur hann og vísir á týdningin av, at tú veitst, hvussu vandamikil bilurin er. Trygdarútgerðin er so til hjálp, tá óhappið kortini hendir.
Jákup Jacobsen sigur, at Lada seinni í ár kemur við allari vanligari trygdarútgerð, so sum ABS-bremsur, airbag o. l.
Men Jákup hevur góðar vónir til Lada í framtíðini. Eingin ivi er um, at GM við at seta pengar í fyritøkuna og við at taka leiðsluna um hendi, hevur ætlanir um at gera Lada til ein bil, ið livir upp til øll krøv, ið vesturheimurin og ES seta. Hetta sama kenna vit frá Skoda, sum valla hevði frægari umdømi enn Lada, men um nú er vorðið til VW-bil við tí umdømi, ið hartil hoyrir.
? Hesir Ladabilarnir hava longu fingið ein nýggjan motor, og er tað týska Porsche-verksmiðjan, ið ger motorarnar.
Í komandi ári koma tvey heilt nýggj snið frá Lada, og seinni verða teir gjørdi bæði sum MPV, sum sportvognar o. s. fr.
Autotrade hevur fingið tríggjar bilar heim, og er talan um sniðini Lada 110, sum við minna motorinum kostar 79.800 kr. Lada 111 STW kostar 99.800 kr, meðan Lada 112 við minna motorinum kostar 84.800.
Umframt hesar bilarnar hevur Autotrade eisini teir gomlu og lutvíst vælumtóktu Lada Niva jepparnar heim.
Í síðstu viku vóru Ladabilarnir sýndir fram á Torginum í SMS. Tá vit hittu Jákup, hevði hann verið har í tríggjar dagar, og tá hevði hann gjørt 16 søluavtalur um bilar í SMS, harav tíggju vórðu undirskrivaðar. Umframt teir tríggjar bilarnar, ið vóru har, eru 30 á veg heim ? og teir verða seldir fyri somu prísir.
? Tú fært ein góðan, bíligan bil fyri pengarnar, heldur Jákup, sum leggur afturat, at hetta er eitt gott alternativ til brúktar bilar.