Danski Lada importørurin, Fredericia Auto Import A/S, hevur nú gjørt avtalu við fleiri danskar bilasølur um at selja Lada bilar. Fyri nøkrum árum síðan gjørdi Lada bilverksmiðjan í Togliatti við Volgaánna, samstarvsavtalu við General Motors um t.d. um framleiðslu av einum nýggjum 4x4 bili. Roknað verður við at henda samstarvavtala kemur at gera, at Lada bilarnir aftur fara at verða ein góð søluvøra í Danmark.
110-røðin og Niva
Bilarnir, ið talan er um, eru Lada í 110-røðin og Lada Niva, ið er ein gamal kenningur her hjá okkum. Lada 110-røðin sær soleiðis út: Lada 110 sedan, Lada 111 stationcar og Lada 112 hatchback við 5 hurðum. Bilarnir eru bíligir. Í Danmark liggja prísirnir millum 100 og 120.000 krónur. Motorstøddirnar eru frá 76 til 92 hk. Hvussu verður við Lada bilunum her hjá okkum vita vit ikki enn.
Kelda: Frediricia Auto Import A/S (tíðindaskriv)









