Laða kirkjugarð á Sandi

600.000 krónur eru settar av til at laða kirkjugarðin á Sandi, sum fer at taka um eitt ár.

 

Arbeiðið at laða kirkjugarðin á Sandi farið í gongd.

Kommunan hevur gjørt avtalu við Bjarka Henriksen um at standa fyri arbeiðinum at laða kirkjugarðin. Garðurin verður slættlaðaður á báðum síðum, umleið 1,2 metur høgur og 125 metrar langur, og fer at líkjast garðinum, ið laðaður varð í 1970-unum.

 

Avsettar eru 600.000 kr til arbeiðið í ár, og mett verður at arbeiðið kemur at taka eitt ár.

 

Kommunan hevur ikki tikið støðu til, hvørt møguleiki skal verða at grava tvinnar kistur í somu grøv. Hetta verður gjørt í summum kirkjugarðum í landinum, og dýpið í nýggja kirkjugarðinum á Sandi er nóg mikið til at hetta kann lata seg gera. Kommunan fer seinni at taka støðu til hvørt hetta skal verða gjørligt ella ikki, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.