Lada gevast í Danmark

Russisku Lada verða nú ikki seldir í Danmark meira.

Eftir at danski importørurin Nic. Christiansen A/S í Kolding ikki hevur selt ein einasta Lada seinastu tvey árini, er nú avger tikin um at lata Lada Danmark A/S aftur og gevast við at selja Lada. Seinastu 10 árini er seldir umleið 300 Lada bilar.


Lada vóru nógv seldir í Danmark og eisini í Føroyum í 80-unum. Talan var um Lada við sama bilmodelli sum Fiat 124, men við Lada motori og teknikki. Lada verða tó framvegis seldir í Týsklandi við modellunum Kalina, Priora og Niva.