Fleiri nýggir Daewoo bilar eru komnir á marknaðin seinastu tíðina, fyrst komu Kalos og Evanda, síðan kom Nubira, og nú verður Lanos avloystur av einum heilt nýggjum Lacetti.
Við samstarvinum við General Motors eru Daewoo rættuliga komnir fyri seg aftur. Lacetti er teknaður hjá italsku designfyritøkuni Italdesign við evropeiskum designi.
Ólíkur øðrum Daewoo er hetta fyrsti bilurin, sum ikki hevur eyðkenda Daewoo kølaragittari. Bilurin er ein hatchback við fimm hurðum, hann er 4,30 m langur, viðførisrúmið er 275 litrar, og við baksetrinum lagt niður verður tað heilar 1045 litrar.
Stórur partur av el-skipanini er gjørdur í samstarvi við Bosch í Týsklandi.
Bilurin verður á danska og føroyska marknaðinum í apríl.