Labour: Vit krevja nýval

Keir Starmer, ið er leiðari av andstøðuflokkinum Labour, heldur ikki at konservativi flokkurin longur hevur heimild at stjórna Stórabretlandi

Keir Starmer mælir til nýval eftir stjórnarkaos í Stórabretlandi. Tað skrivar Sky News.

 

Liz Truss fekk bert 45 dagar sum bretskur forsætisráðharri. Truss fór úr starvi í dag, eftir stóran ófrið umkring hennara skattaætlan.

 

- Konservativi flokkurin kann ikki rætta teirra ruðuleika - við enn einaferð at bresta við fingrinum og skifta leiðslu - uttan samtykki frá bretsku borgarunum, sigur Starmer

 

Liz Truss varð fyri kortum vald til formann av limunum í konservativa flokkinum. Tað hendi eftir at Boris johnson mátti siga seg úr starvi - orsakað av eini røð av gølum.