Labour stuðlar ikki brexit-avtalu hjá May

Ætlanirnar hjá Theresu May at taka Bretland úr ES eru undir trýsti frá báðum síðum í tjóðartinginum

Ætlanirnar hjá Theresu May at taka Bretland úr ES eru undir trýsti frá báðum síðum í tjóðartinginum

 

Bretski andstøðuflokkurin, Labour, vil ikki atkvøða fyri uppskotinum til eina avtalu um at fara úr ES, sum Theresa May, forsætisráðharri, hevur lagt fram.

 

Tað sigur talskvinna hjá flokkinum í uttanríkismálum, Emily Thornberry, við Financial Times.

 

Sambært Thornberry fer Labour at atkvøða ímóti einhvørjari avtalu um sonevnda brexit, sum forsætisráðfrúaan fær við ES.

 

– Tað fer bara ikki at henda, sigur hon við blaðið.

 

Framsøgukvinnan í uttanríksimálum sigur við Financial Times, at hon vónar, at um May ikki megnar at fáa sína avtalu samtykta í tjóðartinginum, so má hon víkja og skriva út nýval.

 

Fyrr hevur talsmaðurin hjá Labour í brexitmálum, Keir Starmer, boðað frá, at Labour ikki fer at royna at fáa eina nýggja fólkaatkvøðu um, hvørt Bretland skal fara úr ES.

 

Labour-fráboðanin kemur eftir at Theresa May er kroyst í egnum flokki.

 

Í gjár var fundur í bretsku stjórnini, har Theresa May eftir øllum at døma fekk stuðul til ætlan sína.

 

Men partar av konservativa flokkinum hjá May halda ikki, at framlagda ætlanin, tann sonevnda Chequers-ætlanin, er nóg góð.

 

Millum hesi fólk teljast David Davis, sum var ráðharri fyri bretsku útmeldingini úr ES, til hann legði frá sær júst tí, at hann var ósamdur um ætlanina.

 

Eisini fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, er farin úr stjórini av somu orsøk.

 

Stutt eftir yvirtók Theresa May sjálv eftirlitið við samráðingunum við ES.

 

Fríggjadagin 29. mars næsta ár á midnátt fer Bretland formliga úr ES.

 

/ritzau/