Labour stóra framgongd higartil

Nýggjasta forsøgnin í samband við bretska valið vísur, at fyrsta metingin av úrslitinum heldur væl.

 

Nú gott og væl helvtin av atkvøðunum eru taldar, hevur Labour vunnið 154 sessir og Konservativi hevur vunnið 136 sessir.

 

Nýggjasta forsøgnin sigur, at Konservativi fer at vinna 318 sessir tilsamans og Labour fer at vinna 267 sessir. 326 atkvøður skulu til fyri at fáa einsamallan meirluta, so Konservativi flokkurin má annahvørt finna ein flokk at skipa stjórn saman við, ella fáa ein stuðulsflokk. Flestu eygleiðarar eru samdir í, at mest upplagdi flokkurin hjá Konservativa flokkinum at arbeiða saman við, er DUP, ið er norðurírski sambandflokkurin, sum í løtuni hevur 9 sessir.

 

Labour flokkurin hevur klára seg ógvuliga væl í mun til hvat var vænta áðrenn valið. Ringa valið hjá Konservativa hevur fingið fleiri at seta spurnartekin við leiðsluna hjá Theresu May av flokkinum og við hennara møguleikum at halda fram sum leiðari í flokkinum.

 

Annars er vert at nevna, at fyrrverandi varaforsætismálaráðharrin, Nick Clegg úr Liberalu Demokratunum, fall á valinum. Hann var leiðari í flokkinum í árunum tá teir vórðu í samgongu við David Cameron og Konservativa flokkinum. Flokkurin kom ikki væl frá samstarvinum og hevur arbeitt fyri at byggja seg upp aftur síðan.