Labour mist oddasessin

Kríggið í Irak hevur fingið nógvar bretar at venda sær frá arbeiðaraflokkinum og Tony Blair, forsætisráðharra.

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár vísir ein veljarakanning í Bretlandi, at tann konservativi andstøðuflokkurin hevur størri undirtøku millum veljararnar enn arbeiðaraflokkurin hjá Tony Blair, forsætisráðharra.

Kanningin, sum Daily Telegraph kunngjørdi í gjár, vísir, at hevði parlamentsval verið í Bretlandi nú, høvdu teir konservativu fingið 37 prosent av atkvøðunum og arbeiðaraflokkurin 35 prosent. Liberalu Demokratarnir høvdu fingið 21 prosent.

Kanningin er gjørd í døgunum frá 24. til 26. juni, og hon avdúkar eisini, at heldur ikki forsætisráðharrin sjálvur er so væl umtóktur longur. 34 prosent av teimum spurdu siga seg stuðla Blair. Í mai søgdu 38 prosent tað sama, í apríl 42 prosent, og fyri tveimum árum síðani fekk hann stuðul frá 52 prosentum av veljarunum.

Eygleiðarar í London siga, at høvuðsorsøkin til afturgongdina hjá Labour og Blair er, at bretar og amerikanarar framvegis ikki hava funnið nøkur hópoyðingarvápn í Irak. Júst hópoyðingarvápnini vóru høvuðsgrundgevingin fyri álopinum á Irak.