Konservativi leiðarin skar bretsku løgregluliðini við 20.000 fólkum. Málið er serliga vorðið serliga eymt av London-álopinum leygarkvøldið.
Bretski andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn, heitir á konservativa forsætisráharran, Theresu May, um at leggja frá sær, tí hon sum innanríkisráðharri skar løgreglustryrkina við 20.000 fólkum.
– Ja, vit hava avgjørt ein trupulleika. Vit skuldu ongantíð havt skert talið av løgreglufólkum, sigur Labour leiðarin við Sky News.
Theresa May var innanríkisráðfrúa í seks ár, áðrenn hon í fjør gjørdist forsætisráðharri. TKjak er aftur um talið av løgreglufólkum eftir islamska álopið í London við 10 deyðum og 48 særdum.
Val er í Stórabretlandi hósdagin. Álopið leygardagin er tað triðja, sum víðgongdir islamistar hava framt innan fáar mánaðir í Onglandi, og nógvar metingar eru um, at spurningurin um trygdina kann ávirka valúrslitið.
Theresa May verður undirdýkt av tíðindafólkum við spurningum, um hon angrar, at hon sum innanríkisráðfrúa skar løgreglustyrkina við 20.000 fólkum.
Corbyn váttar, at hann stuðlar kravið um, at Theresa May skal leggja frá sær.
– Ja tað geri eg avgjørt. Tí tað hava verið nógvar áheitanir um hetta frá nógvum ábyrgdarfólkum, sum eru ørkymlað av, at hon var í Innanríkisráðnum alla tað tíðina, og at tað var hon, sum stóð fyri skerjingunum av løgregluliðinum og nú sigur, at vit hava ein trupulleika.
/ritzau/Reuters