Alt bendir á, at bretski arbeiðaraflokkurin fær ein frammaná á valinum í næstu viku. 3. mai er kommunuval í Bretlandi og harafturat val til tey lokalu tingini í Skotlandi og Wales, og eru meiningakanningarnar eftirfarandi, fær Labour ein dyggan frammaná.
Í Skotlandi er líkt til, at Labour fer at missa meirilutan, og at skotski tjóðskaparflokkurin SNP fer við sigrinum. Á kommunuvalinum fáa teir konservativu ætlandi umleið 37 prosent, arbeiðaraflokkurin 32 og liberaldemokratarnir 18.
Summir eygleiðarar í London halda, at fær Labour ein so dyggan frammaná, sum kanningarnar vísa, er tað ikki óhugsandi, at Tony Blair fer frá longu í mai.