Hósdagin tann 9. juni fer orkestrið hjá teimum menningartarnaðu "Ælabogin" á venjingarlegu til Skopunar. Í hesum sambandi spælir orkestrið eina óformella konsert í Samljóði, sum byrjar klokkan 17:00.
Fyrireikararnir siga, at tað hevur stóran týdning at fara út um landið at spæla og vísa fólki, myndugleikum og fag-kønum, hvussu "tónleikur og samskifti" eru við til at menna menningartarnað, og vóna at fleiri orkestur fyri menningartarnað koma runt um í landinum.
Orkestrið "Ælabogin" virkar undir Tórshavnar kvøldskúla. Tey venja í Skansastovu hvønn hósdag kl. 16:00. Tað eru tríggir lærarar knýttir at orkestrinum.