Ælabogin í Suðuroynni

Sunnudagin klokkan 15 verður konsert í Porkeri. Har fara musikskúlanæmingar og limir í Ælaboganum at spæla saman

Klokkan 15 sunnudagin 25. september verður konsert í skúlanum í Porkeri, har Ælabogin og næmingar í musikkskúlanum fara at spæla saman.
<DPTAB>    Vikuskiftið verður eitt venjingar og hugnavikuskifti, har leikararnir venja og hugna sær. Og limirnir í Ælaboganum skulu sjálvsagt eisini bussferð at síggja Suðuroynna. Tá sunnudagurin kemur, endar vikuskiftistiltakið við almennari konsert í Porkeri.
<DPTAB>    Tað eru leiðarar fyri Ælabogan og leiðarar fyri Musikkskúlan í Suðuroynni, sum longi hava havt ætlan um slíkt tiltak, har Ælabogin kemur á vitjan, og sunnudagin sleppa áhugaðir lurtarar at hoyra, hvat kann fáast burturúr slíkari felagsvenjing eitt heilt vikuskifti.