Label Nights í Havnar Klubba

Fríggjakvøldið klokkan 22 verður konsert í Havnar Klubba. TUTL skipar fyri tiltakinum LABEL NIGHTS fyri at seta fokus á fløgur sum eru givnar út í 2009. Tey upptraðkandi eru Katrina Petersen, Jákup Lind Dam, Kvonn og Guðrið Hansdóttir.

 

Katrina, sum tey seinastu árini hevur upptraðkað nógv live í ymiskum høpi, gav í oktober sína fystu fløgu »Colourless Day« út. Talan er um eina fjølbroytta popfløgu við einum øðrvísi kanti. Fløgan hevur verið væl móttikin og lagið »go go« er komið við á popplist fløguna fyri í ár.

 

Jákup Lind Dam gav eisin debutfløgu út i heyst, við sangum á føroyskum. Hetta kvøldið hevur hesin nýggi føroyski trubadururin, songkvinnuna Anitu Ottosen, við sær á pallin.

 

Guðrið Hansdóttir kenna vit øll sum eitt sera dugnaligt tónaskald, og hon hugtekur mong við síni vøkru rødd og løgum. I juni 2009 gav hon fløguna »the sky is opening« út.

 

Bólkurin Kvonn spælir fólkatónleik í góðum og glaðum spælimansstíli. Bólkurin veðrur hetta kvøldið mannaður við Sharon Weiss, Angeliku Nielsen, Ívar Bærendtsen og Kristian Blak.