Ólaball í Rex

Í samband við at Ó hevur verið virkið í gott og væl hálvt ár, og at limatalið av Ókortum táttar í móti teimum túsund, skipar Ó fyri tiltaki í Rex mikukvøldið 21 des.

 

Upphiting til tiltakið í Rex verður í Ólabarrini, har lesandi við Ókorti fáa bíliga barr.

 

Fyrireikarar siga, at tiltakið verður 21. Desember, tí meginparturin av lesandi í Føroyum og uttanlands fáa jólafrí hendan dagin. Tað er sostatt eitt frálíkt høvið hjá lesandi at hátíðarhalda, at jólafrítíðin byrjar.

 

Haraftrat er møguleiki at savna føroyingar, ið eru undir útbúgving, – í Føroyum og uttanlands – ið annars ikki sleppa at møtast aðrar tíðir av árinum.

 

Tað er altso meiningin hjá fyrireikarunum at samansjóða lesandi í Føroyum og lesandi aðrastaðni.

 

Meira kann lesast um tiltakið á heimasíðuni hjá Ó ella á Facebook síðuni her:

 

www.facebook.com/events/135376966575298/