Óla P. fyllir 75 í dag

Í dag millum klokkan 15 og 17 verður móttøka fyri Óla P. í Miðlahúsinum í sambandi við, at teknarin fyllir 75 ár. Síðani 1989 hevur Óli P. Teknað skemtitekningar á baksíðuni í Sosialinum, og trúliga eru hesar tekningar komnar út í bók á hvørjum ári.

Nú Óli P. Fyllir 75 í dag kemur samstundis eisini 22. útgávan av skemtibókini, sum í dagsins útgávu nevnist Óli P. 75 ár.

Høvi verður eisini at ogna sær 22. útgávuna av skemtibókini í Miðlahúsinum í dag, og Óli P. Signerar eisini »i dagens anledning«.

Øll eru vælkomin í Miðlahúsið at heilsa upp á og fáa eitt prát við Óla P. millum 15 og 17.