La Liga er best

Xavi, sum hevur sýnt stórspæl á miðvøllinum hjá Barcelona í ár, sigur seg ikki vera í iva um, at spanska La Liga er ein sterkari fótbóltsdeild enn enska Premier League. – Eg veit væl, at støðið er høgt í Premier League, men eg haldi kortini, at tað er enn hægri hjá okkum. Tekniskt eru vit betri, meðan bretsku liðini kanska eru skjótari og sterkari, segði Xavi á tíðindafundi undan dystinum á Camp Nou í kvøld, har Barcelona tekur ímóti Chelsea.