La Liga aftur í donskum sjónvarpi

Donsk sjónvarpsrás byrjar um smáar tríggjar vikur at senda frá sponskum og italskum fótbólti.

Nøkur hava ilskast inn á, at tað ikki hevur borið til at sæð spanskan fótbólt í donskum sjónvarpi hetta kappingarárið, men hetta verður nú broytt, soleiðis at fólk her um leiðir nú aftur kunnu sleppa at síggja La Liga.


Tað er TV2, sum í dag boðar frá, at tey í næstum fara at senda frá sponsku La Liga og italsku Seriu A á rásini TV2 Sport. Tað er eitt samstarv við stroymingstænastuna, Strive, ið ger hetta møguligt.


TV2 fer at vísa ein dyst úr annaðhvørt La Liga ella Seriu A um vikuna. Fyrsti dysturin verður vístur vikuskiftið 2.-3. februar. Samstarvsavtalan við Strive er galdandi í tvey og eitt hálvt ár.


Danska sjónvarpsstøðin boðar eisini frá, at kundar á TV2 Play um fáar mánaðir fáa møguleikan at keypa sær Strive-hald við avsláttri, og harvið fáa atgongd til allar dystir í La Liga og Seriu A.