Síðsta løtan var sera hendingarrík, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi á heimavøllinum í Sarpugerði seinnapartin vunnu grannauppgerðina ímóti teimum næstbestu hjá KÍ 3-2.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru klaksvíkingar so óhepnir at gera sjálvmál. So var 2-0 til Víking, sum tíggju minuttir undan steðginum hevði lagt seg á odda 1-0. Málskjútti var Jákup Andrias Thomsen, og uppleggið átti liðformaðurin hjá Víkingi Óla Kristian Skála Jacobsen, sum tekur sær av mest sum øllum deyðbóltsstøðum.
2-0 heimaleiðslan helt, inntil tað restaði eitt korter. Tá minkaði Eivin Sørensen um munin til 2-1 eftir sending frá Aron Gaardlykke Joensen, sum var tann, ið var orsøk til sjálvmálið, ið bar 2-0 leiðsluna hjá heimaliðnum við sær.
KÍ tevjaði møguleikan at hava eitt stig í viðførinum undir fjørðin, og tveir minuttir undan leikloki sá tað út til, at tað fór at eydnast. Tá gjørdi Víkingur sjálvmál og so var 2-2.
Liðformaðurin hjá Víkingi Óla Kristian Skála Jacobsen varð skrásettur fyri sjálvmálið, men tað eydnaðist honum í evstu løtu at syrgja fyri, at Víkingur vann 3-2. Eftir horna, sum Óla Kristian tók sær av, bríkslaði dómarin fyri brotsssparki til Víking.
Tá var vanliga leiktíðin um at vera farin, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var Óla Kristian púra kaldur og setti úr ellivu metrum bóltin í málið aftanfyri Kristian Joensen, sum vardi KÍ málið ídag.
Sigurin ber við sær, at Víkingur hevur 13 stig, meðan KÍ hevur fýra stig.
Um eina viku fær KÍ vitjan av AB, og Víkingur fær vitjan av B36.