Óla Jákup Rólantsson givin á Rás 2

Kendi útvarpsverturin hjá Rás 2 hevur sagt seg úr starvi. Sendingarnar halda tó fram sum áður, sigur stjórin, Petur Jacobsen

 

Uppsøgn


Rás 2 hevur seinastu tíðina støðugt víðkað um sítt virksemi við fleiri sendarum kring landið. Eisini tykist tað at vera politiskur vilji at geva Rás 2 betri karmar at virka undir.

Støðan hjá Rás 2 er eisini tann, at teir í løtuni vanta tvey starvsfólk Orsøkin er nemliga tann, at Óla Jákup Rólantsson og Leila Jacobsen bæðI eru farin úr starvi.

Stjórin fyri Rás 2 váttar, at Óla Jákup Rólantsson og Leila Jacobsen bæðI eru farin úr starvi.

-Òla Jákup Rólantsson og Leila Jacobsen arbeiðI ikki longur hjá Rás 2. Óla Jákup hevur sjálvur sagt seg úr starvi, sigur Petur Jacobsen, stjóri.

Tá spurt verður eftir orsøkini til uppsagnirnar veit stjórin ikki reiðiliga at siga okkum, hvør orsøkin er. Petur Jacobsen sigur, at Óla Jákup Rólantsson sjálvur hevur sagt seg úr starvi, og talan er ikki um, at hann er uppsagdur.

Petur Jacobsen sigur, at roynt verður at halda fram sum áður. Fyribils verður tað Petur sjálvur og Sonne Smith, sum fara at taka um endan, sigur Petur.

Eitt nú fer Sonne Smith at taka sær av kendur ferðslusendingini, Breytin, sum Óla Jákup Rólantsson hevur tikið sær av áður.

Petur Jacobsen sigur, at teir framvegis hava gott mót, og hetta fer ikki at ávirka vanligu gongdina hjá Rás 2 nakað munandi.

Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Óla Jákup Rólantsson.