Hvør vinnur gullbrakið leygardagin ? og hví?
Eg vænti, at VÍF vinnur. Teir eru betri útifrá, og tað kann geva nakað. Og so er Áki Olsen eisini við aftur. Hann kann gerast trumfurin hjá teimum. Kyndil hevur ikki somu skotstyrki, sum VÍF, og tí mugu teir spæla seg ígjøgnum alla tíðina, og tað kann gerast sera tungt.
Annars rokni eg við einum jøvnum dysti, har málverjarnir koma at hava sera stóran týdning.
Hevur tú nøkur góð ráð til Kyndil?
Teir mugu lokka VÍF-verjuna út, so pláss verður at spæla á, og í verjuni mugu teir fáa fatur á Áka, Sámal og Inga.
Og til VÍF?
Teir skulu spæla sítt spæl. Fáa ferð á og satsa upp á skjúttarnar. Gera teir tað, so dugi eg ikki at siga, hvørji ráð eg skal geva teimum.
-jm










