Laða áarbakkan í Hósvík

Kloakk verður løgd fram við ánni niðan fyri landsvegin í Hósvík, og bakkin verður laðaður uppaftur

 

Umhvørvi

Hósvík


Tað verður rættliga fríðkað um fram við ánni niðan fyri landsvegin í Hósvík. Kloakk verður løgd oman gjøgnum bakkan, samstundis sum hann verður laðaður upp aftur við vøkrum gróti av Langasandi.

Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík, sigur, at tað í grundini er av tilvild, at hetta arbeiðið verður gjørt beint nú.

?Søgan er tann, sigur hann, at ætlanin var at gera ymiskt annað uppi í bygdini. Okkurt vegarbeiði og sovorðið. Hetta arbeiðið fram við ánni varð ikki roknað við, at til bar at fáa gjørt rættiliga enn.

Men so vísti tað seg, at maðurin, sum skuldi laða, knappliga var tøkur. Avgjørt varð tí at fara undir arbeiðið beinanveg.

Í grundini er tað ikki so galið, heldur borgarstjórin í Hósvík. Tí hetta tekur styttri tíð, og sostatt kann hesin parturin av íløgukvotuni brúkast í ár, meðan so meira verður eftir til næsta ár. Heldur ikki er hetta arbeiðið, sum nú verður gjørt, so øgiliga dýrt.

?Tað er líka við, sigur borgarstjórin, at kloakkrørini eru tann dýrari parturin.

Hetta er eitt gamalt mál, greiðir Jógvan Mørkøre frá. Áin hevur seinnu árini verið í so skitin, tí kloakkir eru farnar í hana. Tað hevur ikki verið nóg gott, og ynskiligt hevur verið at fingið reinsað ánna.

Tann syðra áin, Toftaáin, er gulllrein. Hon varð reinsað fyri árum síðan, tá kloakkirnar har vórðu beindar norður við vegnum og endaðu í norðaru ánni.

Nú verður so kloakkleiðing løgd fram við ánni, og aðrar leiðingar verða beindar í, og soleiðis fer tað heila langt út á sjógv, greiðir Jógvan Mørkøre frá.

Og longu nú er áin vorðin rein oman fyri har, sum rørleiðingin endar. Eitt vað er líkasum lagt tvørtur um ánna niðan fyri brúnna, har landsvegurin fer um ánna. Tað er laðað undir og oman yvir rørleiðingina, ið kemur sunnan eftir og fer um ánna har og síðan verður bundin í stóru leiðingina, sum nú er løgd av nýggjum á norðara bakkanum. Hetta laðið ger ein hyl, har maðkapirrur longu eru at síggja í.

Tað er Andrias Jacobsen - Dia í Leynum - sum stendur fyri arbeiðinum, greiðir Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík frá. Og grótið, hann brúkar, hevur eisini sína søgu.

?Dia helt ikki, at tað var serliga vakurt bara at brúka okkurt tilvildarligt, sligið grót. Hann vildi heldur hava náttúrugrót at laða við, tí tað var nógv vakrari. Og tað lá so væl fyri, at vit fingu avtalu við mann á Langasandi um at rudda eina á har norðuri fyri grót, sum komið var við áarlopi, greiðir Jógvan Mørkøre frá.

Og hetta áarlopið á Langasandi er nú endað sum prýði fram við ánni í Hósvík.