Löw møtti ikki upp

Hann er lagstur við sjúku dagin fyri avgerandi dystin ímóti Norðurírlandi.

Í morgin kl.17.00 spælir Týskland síðsta og avgerandi dyst í EM-undanbólki C. Mótstøðuliðið er Norðurírland, og skal Týskland fáa fyrsta plássið í bólkinum, so er neyðugt við einum sigri, um úrslitið í hinum dystinum ikki fløskar seg.


Tað er ein í týsku leguni, sum ikki er heilt klárur klárur til dystin í morgin. Tað er landsliðsvenjarin, Joachim Löw, sum er vorðin forkølaður og ikki kendi seg nóg væl fyri til at luttaka á tíðindafundinum í dag.


Í staðin var tað hjálparvenjarin, Thomas Schneider, sum svaraði spurningum frá miðlafólkunum. Hann avdúkaði m.a., at tað helst vera nakrir nýggir spælarar at síggja í byrjunaruppstillingini hjá Týsklandi í morgin.


- Vit hava tørv á øllum leikarunum. Eingin orkar at renna í sjey EM-dystum á rað, so vit fara at fremja nakrar broytingar, segði hann á tíðindafundinum.


Joachim Löw var nóg birgur at vera við til venjingina hjá Týsklandi í dag, so tað verður mett, at hann eisini er nóg væl fyri at vera við á síðulinjuni í morgin.