Lívverjin hjá Stein Bagger skotin

Brian Sandberg, sum var lívverji hjá vinnulívsmanninum Stein Bagger, varð særdur av skotum í Keypmannahavn í dag Eygnavitni hava greitt frá, at tey sóu ein mann skjóta tvey skot eftir Brian Sandberg. Maðurin stakk so skammbyrsuna í lumman og rann burtur haðani. Tilburðurin var í Ny Østergade, sum er ein síðugøta til Strøget.

Brian Sandberg er limur í rockarafelagsskapinum Hells Angels og var eitt skifti lívverji hjá Stein Bagger, sum nú situr í varðhaldi fyri umfatandi svik.

Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at hon leitar eftir tveimum monnum av útlendskum uppruna.

Danska kringvarpið sigur, at Brian Sandberg hevði verið til avhoyringar hjá bakmansløgregluni fáar tímar undan tilburðinum í dag.