Iraksku myndugleikarnir hava avrættað Abid Hamid Mahmud, sum var skrivari og lívverji hjá gamla irakska einaræðisharranum Saddam Hussein. Tá USA og tess sameindu lupu á Irak í 2003, stóð Abid Hamid Mahmud á fjórða plássi á listanum yvir teir iraksku embætismenninar, sum amerikanararnir vildu hava fatur á. Framman fyri hann á listanum stóðu Saddam Hussein og synir hansara Uday og Qusay.
Abid Hamid Mahmud varð tikin til fanga tann 16. juni í 2003. Í 2010 bleiv hann dømdur til deyða saman við fyrrverandi varaforsætisráðharranumTariq Aziz og fyrrverandi uttanríkisráðharranum Saadun Shaker. Teir vórðu dømdir fyri teirra lut í teimum harðrendu álopunum á sjiamuslimskar bólkar í 1980-árunum.
Saddam Hussein varð hongdur tann 30. desember í 2006.










