Lívverjin hjá Busta Rhymes varð skotin

Meðan Busta Rhymes, Missy Ellito og limir í G-Unit vóru í einum upptøkuhøli í Brooklyn og spældu inn eitt sjónbandalag. Varð 29 ára gamli Israel Ramirez, ið er lívverji hjá Busta Rhymes, skotin til deyðis, skrivar Ekstra Bladet í dag.

 
Fleiri hundra fólk vóru savnaði framman fyri upptøkuhølið í gjár, tá hendingin fór fram, men hóast hetta veit løgreglan ikki hvør drap Ramires ella hví.
 
Seinnu árini hevur Hip Hop umhvørvið verið nógv merkt av harðskapi og morðum. Mest umrøddu drápini munnu vera av Jam Master Jay úr Run DMC, Tupac Shakur og Notorious B.I.G.