Lívverji krevur samverurætt

Fyrrverandi lívverjin hjá Michael Jackson er nú farin í rættin fyri at prógva, at hann er pápi at yngsta soninum hjá Michael Jackson.

 

Matt Fiddes, sum ansaði eftir trygdini hjá Michael Jackson, tá ið hann var í Bretlandi, er nú farin til USA fyri at fáa rætt til síggja tann 10 ára gamla dreingin, sum eitur Prince Michael Jackson II, men verður róptur Blanket.

 

Hann sigur, at hann gav Michael Jackson sítt sáð eitt ár áðrenn drongurin varð føddur í 2002.

 

- Michael er pápi teirra, og tað ætli eg mær ikki at broyta. Men eg vil hava børnini aftur í mítt lív. Tann einasti mátin eg kann fáa tað er umvegis rættin. Eg haldi, at Blanket er mín, og eg vil hava tað prógvað, sigur hann sambært útlendskum miðlum.

 

Matt Fiddes vil hava rætt til at síggja Blanket, men sambært lívverjanum hevur familjan hjá Jackson nokta honum at tosa við dreingin síðan poppkongurin doyði í 2009.

 

Fiddes sigur, at Michael Jackson sjálvur hevur sagt honum, at hann er veruligi pápin hjá Blanket.