Lívstrygging úrslit á 4,3 milliónir

Úrslitið hjá Føroya Lívstrygging innan tryggingarvirksemi gjørdist 3,5 milliónir krónur í fjør. Hetta er væl hægri enn árið fyri, tí í 2000 var úrslitið bert 2,3 milliónir krónur.
Rakstrarúrslitið hjá Lívstrygging í 2001 gjørdist tó verri enn í 2000. Rakstrarúrslitið í fjør gjørdist slakar 4,3 milliónir krónur samanborið við 4,5 milliónir árið fyri.
Úrslitið áðrenn skattur var goldin gjørdist 4,73 milliónir krónur í fjør. Lívstrygging galt síðani 460.000 krónur í skatti og avgjøldum, sum hevur við sær, at rakstrarúrslitið gjørdist 4.272.815 krónur.