Lívslong læring í Norðurlandahúsinum

Í morgin, týsdagin 25. september, verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um førleikar og arbeiðsmøguleikar hjá fólki, ið hava stutta ella onga útbúgving

Tað eru nógv fólk, ið ikki hava nakra framhaldsútbúgving eftir loknan fólkaskúla. Hvat kunnu vit gera fyri at bjóða teimum skeið og útbúgving? Skulu øll hava møguleika at menna sín førleika í mun til fakliga støði teirra og eftir egnum ynski? Hvussu kunnu fólk, ið hava lítla ella onga útbúgving ella eina gamla útbúgving, menna og dagføra sín førleika? Og hava øll tørv á at dagføra sín førleika? Hesir verða nakrir av spurningunum, sum settir verða á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í morgin.


Lívsneyðug lívslong læring

Fyrireikarbólkurin fyri ráðstevnuna er mannaður av Róa Patursson, háskúlarektara, Hildur Patursson, master í pedagogikki, Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara í fólkaskúladeildini og Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni. Tey siga, at stórur tørvur er á útbúnum fólki í einum framkomnum samfelag. Í samsvari við sjónarmiðið um lívlanga læring er tí neyðugt at virka fyri at styrkja kunnleika og førleikarnar hjá vaksnum. Sagt verður, at hesir førleikar eru fortreytin fyri persónligari menning, og at fólk framhaldandi kunnu vera virkin í arbeiðslívi og taka lut í samfelagslívi sum heild. Kappingarførið í samfelagnum og hjá tí einstaka setur eisini alsamt størri krøv til útbúgving og førleikamenning, soleiðis at borgarin er førur fyri at dagføra sín kunnleika og ogna sær nýggja vitan.

- Økið er fjøltáttað, um vit skulu hava eina fleksibla og mobila arbeiðsmegi og hava útbúgving og eftirútbúgving á ymsum stigum, soleiðis at tilboð eru til øll, siga fyrireikararnir.

- Tað eru hesi viðurskifti, vit fara at viðgera og skifta orð um á ráðstevnuni saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, skúlum, ráðum og øðrum áhugaðum. Á ráðstevnuni verður eisini greitt frá, hvørjar møguleikar vit hava at luttaka í norðurlendskum verkætlanum um læring hjá vaksnum, og hvørjir stuðulsmøguleikar eru.


Íblástur úr grannalondunum

Fyrilestrarhaldarar úr Noregi, Danmark og Íslandi fara at greiða frá, hvussu gjørt verður í hinum Norðurlondunum, og hvussu arbeiðið at útbúgva og endurútbúgva vaksna fólkið verður skipað. Vit hava uttan iva okkurt at læra av teirra royndum á økinum, sum vit kunnu nýta í okkara arbeiði at taka støðu til, hvussu vit bøta um útbúgvingar- og eftirútbúgvingar møguleikarnar hjá okkum.

- Á ráðstevnuni hevur tú møguleika at hitta fólk, ið hava drúgvar royndir á økinum viðvíkjandi vaksnamannalæring, og at fáa kunning og íblástur til at síggja avbjóðingarnar og møguleikarnar innan økið. Eisini fært tú í arbeiðsbólkunum høvi til at viðgera evnið saman við øðrum, ið arbeiða við og vilja virka fyri, at øll hava møguleika at luttaka í fólkaupplýsing, útbúgving og eftirútbúgving. Soleiðis at vit kunnu menna fólkaræði og vónandi gerast dugnaligari borgarar í einum samfelag, sum alsamt tekur við nýggjum avbjóðingum og gevur øllum javnbjóðis menningarmøguleikar, eisini teimum, ið hava lítla ella onga útbúgving.

Sambært Holger Arnbjerg, frá Altjóða Skrivstovuni, hava 60 fólk longu boðað frá luttøku, men fólk eru hjartaliga vælkomin at møta upp í Norðurlandahúsinum í morgin árini klokkan 9.30. Skrá og annað er at finna á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum og hjá Mentamálaráðnum.


--


Framheva:

Høvuðsevnið á ráðstevnuni verður, hvørji útbúgvingarátøk vit eiga at seta í verk fyri fólk, ið ikki hava framhaldsútbúgving eftir loknan fólkaskúla ella sum hava eina eldri útbúgving, sum ikki nøktar fakliga tørvin í dagsins samfelag


--


Myndatekstur: Kappingarførið í samfelagnum og hjá tí einstaka setur eisini alsamt størri krøv til útbúgving og førleikamenning


--


Fakta:

Tað er Mentamálaráðið, sum skipar fyri ráðstevnuni í samstarvi við NVL, sum er norðurlendsk netverksskipan fyri vaksnamannalæring, Cirius, sum umsitur Nordplus skráirnar, Demos Føroyar og fakfeløgini á arbeiðsmarknaðinum. Málbólkurin er álitisfólk, nevndarlimir í fakfeløgum, arbeiðsgevarafeløg, skúlafólk og onnur, ið arbeiða við og hava áhuga fyri fólkaupplýsing.


--