Lívslist

Minimalisma, kitch og humor

Verner Panton Relaxer 1974. Panton gav nýtt lív til gamla ruggistólin í 1974. Space-age stólurin hóskar væl til nútíðarandan, við træi og bjørtum litum. Umframt, at hann er eitt satt listaverk á at skoða, hóskar hann væl til bæði stór og smá at sita í. Relaxer er ein herlig samanseting av minimalismu, kitch og humor, sum livir eins væl í dag, sum í 1974.




Ársins stólur

Við metferð er Stingray stólurin vorðin ein hin best umtóktu innan danskt møbla design. Fæst bæði sum polstraður, í træi og í leðri. Stingray stólurin í finér fekk fremstu heiðurslønina innan møbladesign, "Interior Innovation Award Cologne 2008" á altjóða møblastevnuni í Köln herfyri. Hetta var í kapping við 450 aðrar lutir.





Blondu lampan


Collage Pendel er navnið á florløttu lampuni frá víðagitnu ljósfyritøkuni Louis Poulsen. Louise Campbell hevur formgivið lampuna, sum gevur eitt sermerkt og hugnaligt ljós, av tí at skuggar og mynstur altíð broyta skap. Skerminum er úr trimum forskotnum løgum av lasaraskornum akryl.

Louise Campbell er designari hjá Louis Poulsen.



Ovala sól borðið

Morten Voss frá Voss Co Living er maðurin handan stóra kula gula borðið IO Oval. Vit lata tað tala fyri seg..



Panton stólur til børnini


Verner Panton stólurin Panton Chair hevur altíð verið vælumtóktur hjá børnunum. Nú fæst hann eisini í einari minni útgávu, sum við litríku og rundu formunum bjóðar børnunum vælkomnum umborð.





KARTELL - POP Stólur

Piero Lissoni er upprunamaðurin til handan herliga stólin, sum er partur av møblarøðini POP hjá Kartell. Nýskapandi, einfaldur og elegantur hóskar hann inn í øll umhvørvi, og kann setast saman við hinar møblarnar í røðini. Púturnar eru ómetaliga mjúkar, fyltar við dúni við einari fastari kjarnu. Stellið er úr polycarbonat.




Blaðhaldari til goymibløðini

Stílfult og tjekka. Síðani 1992 hevur Peter-Boy design gingið á odda við blaðhaldarum til bløðini, sum tú ikki vilt koyra burtur. Fæst við færri og fleiri rúmum, í ymsum sniðum.



Kult keramikk

Hvíti kermamikk knagin bæði goymir og avdúkar í senn. Undirparturin er ein vanligur knagi, sum verður skrúvaður inn í veggin. Omaná er eitt lítið leyst goymslurúm, til hvørt av sínum: fartelefon, mappu, endurskin, lyklar, busspengar ella okkurt heilt annað. Italski designarin Luca Nichetto frá fyritøkuni Bosa eigur hugskotið til upphangið, sum eitur Applicata - Hook Book.




Fatboy Sekkjastólur við Marimekko

Tú situr perfekt í Fatboy sekkjastólinum, sum eisini er vakur á at líta við klassiska Marimekko mynstrinum. Stólurin er úr Nylontoyi, sum er lætt at halda.




Georg Jensen Helena tepottur við loki úr keramikk - Design: Helena Rohner



Rokaligt retro

Litir og formar ganga hond í hond hjá Jan Frydendahl. Fortíð og nútíð møtast í delikatu 70ara telefonini og nostalgiska 50ara útvarpinum. Litføgru salt- og piparíløtini standa væl til feminina og litfagra tíðarandan.




www.mdfitalia.com

www.janfrydendahl.dk

www.casanovafurniture.dk

www.danskdesign.nu

www.applicata.dk