Lívsins vatn

Sat og hugdi eftir Degi &Viku tann 20/11. Í kjaksendingini aftaná, sum snúði seg um rúsdrekka, síggja vit ímillum annað eina fløsku av brennivíni

Á etikettuni stendur skrivað “Lívsins vatn”. Tað fyrsta sum kom í hugan á mær, tá ið eg sá hetta,var: ”Gudsspottan”. “Lívsins vatn“ ella “Vatn lívsins” eru orð, sum man er vanur við at hoyra í einum heilt øðrum samanheingi. Hetta úttrykk verður brúkt fleiri ferðir í Bíbliuni. Gud sigur til dømis í Op.21.6. Eg eri Alfa og Omega, upphavið og endin. Eg skal geva tí, sum tystur er, av keldu lívsvatnins fyri einki.

7. Tann, sum sigrar, skal arva hetta, og eg skal vera Gud hansara, og hann skal vera sonur mín.

Eg vil hervið loyva mær, upp á forhond at mótmæla, óansað hvat hendur við rúsdrekkalógini, at nakar stjelur hesi orð til at merkja eina brennivínsfløsku við, í okkara føðilandi Føroyum.