Malenda Arnholdsdóttir, formaður í Javna
Tað ljóðar, sum um tað er ein skandala.
At talið av børnum við Downs Syndrom ikki enn er lækkað í Danmark.
Eg kann ikki lata hetta fara aftur við borðinum.
Haldi, at hetta er soo ræðuligt.
Vil gera tað greitt. Eg haldi, at tað at royna at finna nøkur ávís menniskju - áðrenn tey eru fødd - fyri at forða teimum lívið, er at gera nakað blóðskeivt!
Eg ynski í hvussu so er ikki at gjalda mín skatt, fyri at vit skulu gera tað sama í Føroyum.
Eg haldi ikki, at vit, sum ikki hava eina ávísa nakkalegd, Downs Syndrom, mongolismu ella hvat vit nú skulu kalla tað, hava rætt til at forða nøkrum øðrum at sleppa at liva.
Áheitan mín
Góðu tit, sum ráða fyri borgum her á landi! Latið okkum ikki brúka tíð og pening til at oyðileggja lívið hjá okkara samborgarum, men heldur hjálpa hvørjum øðrum til at liva eitt virðiligt lív - øll saman!