Lívsins Land aftur hesa vikuna mest selda fløga

Triðju viku á rað er tað fløgan Lívsins Land við Ólavi á Váli, ið er mest selda fløgan á sølulistanum hjá 3aranum. Á øðrum plássi liggur nýggjasta NOW fløgan NOW 13. Á triðja og fjórða plássi hava Førist við Páll Finnur Páll og Alt við Kim Hansen býtt um pláss.


Kim hevur støðugt ligið í topp 5, líka síðan fløgan kom út, og er hesa vikuni á fjórða plássi. Hitt føroyska íkastið á listanum eigur Teitur. Alt meðan Teitur fyrireikar seg til upptøkuna av síni aðru fløgu, hevur Poetry & Aeroplanes leitað sær inn aftur á listan, og hevur ligið har nú í nakrar vikur.
Ikki færri enn tríggjar savnsfløgur eru á listanum hesa vikuna, umframt Now 13 er talan um Hits for kids <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;14&quot;$?$end$!$14</st1:metricconverter$?$end$!$ á fimta plássi og Broken Dreams á sætta plássi.<BR>